Vit ynskja øllum okkara limum, okkara stuðlum og rennivinum runt umkring, við familju, eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað farna. Takk fyri allar løturnar í farna árið og takk fyri allan stuðul til okkara kappingar. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum ár um ár fegin vilja stuðla okkum peningaliga.
Okkara størstu og afturvendandi kappingar eru: flaggdagsrenningin, kvinnurenningin, Tórshavn marathon, Bragdið Top Run, ólavsøkurenningin, Faroe Express stafettin, Havnardalur Backyard Ultra og tvær vetrarkappingar. Hesar eru allar kappingar á vegi. Har umframt hava vit stórkappingar og FM á breyt og aðrar kappingar, sum vera skipaðar á breytini. Nógv virksemi alt árið og nógv góð samstørv, sum vit gleðast um og seta stóran prís á.
Eisini skipa vit ymisk felagstiltøk, so sum rennitúrar fyri vaksnu rennararar og onnur tiltøk í felagshúsinum við Tórsbreyt.
Vit fara undir eitt nýtt renniár við góðum treysti og gleða okkum til allar kappingarnar, tiltøkini og avbjóðingarnar. Ein stór tøkk til allar limir, sum altíð eru klárir við eini hjálpandi hond og stuðla undir okkara tiltøk. Uttan limir, var einki felag 🙂
Og til nýggjar limir: venjingartíðirnar síggjast á heimasíðuni og so hava vit eina almenna Facebooksíðu og eru á Instagram, har vit leggja ymiskt út, so tað er bara at fylgja við.
Gott nýggjár 🙂





