Leygardagin 22.august var FM fyri vaksin á Tórsbreyt. Undirtøkan var ikki so galin, veðrið var av tí fræga og úrslitini vóru góð. Eitt fitt lot, nokk so kalt, men til flestu kappingarnar var vindurin góðkendur. Nógv kend andlit vóru við, og okkurt spennandi og nýtt andlit var at síggja, og til 5 km kappingina, luttóku 11 mans. Á kvinnusíðuni var heldur soltið, tí einans tvær bjóðaðu av.
Heitt var á áskoðarar um at halda seg heima, orsakað av korona, men kortini vóru nøkur, sum kundu heppa og gera tað eitt sindur stuttligari hjá íðkararnum.
Úrslitini eru her:
https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-853-Results-condensed-en-GB.pdf
Inni á renn.fo er leinki til myndir, sum Bjørg Svabo tók báðar dagarnar.
Næsta vikuskiftið, frá 4. -6. sept. er FM fyri ung á Tórsbreyt.