Leygardagin var fyrsta vetrarkappingin 2016/17. Sum vanligt var runnið á Toftum, runt Agnið. Og uppmøtingin var so mikið góð, at aftur í ár var luttøkumet ! 110 startnummur vóru latin út, so tað sær út til at sjálvt um hendan tíðin er myrk og køld, so liggur renningin ikki í dvala. Bragdið var væl umboðað aftur hesa ferð og vit vóna sjálvandi at so nógv sum gjørligt, geva sær tíð at møta upp til kappingarnar. Hesu megin jól eru tvær kappingar afturat, báðar í Havn, og so eru hinar fimm aftaná jól. Felagsbussur er til allar kappingarnar á bygd.
Úrslitini eru niðanfyri og myndir eru at finna á Facebookvanganum hjá Roysni.
Næsta kappingin verður 19.november, Kerjarenningin.