Sunnumorgunin 11.mai kl. 9.30 danska tíð, hoyrdist startskotið og marathon í Keypmannahavn fór í gongd.
Bragdið hevði fleiri luttakarar við, sum vant, mugu vit siga, tí tað eru altíð fleiri, sum luttaka. Skjótt at ferðast til, sløtt ruta og ein framúr góður stemningur, sum lyftir teg allar 42,195 km á mál.
Hendan kappingin var heilt serlig, sæð við okkara bláu og føroysku eygum, tí ikki færri enn fýra rennarar komu á mál undir 2.42.04, sum má sigast at vera eitt ordans bragd. Rógvi var tann skjótasti og kom undir 2 og ein hálvan tíma, sum er rættiliga nær føroyska metinum. Soleiðis komu teir á mál:
Rógvi Kárason 2.29.31
Neli Heldarskarð 2.36.37
Bogi Hjalt 2.41.12
Torbjørn Hentze 2.42.04
Tað er nokk fyrstu ferð at vit hava havt 4 rennarar runnið so skjótt í somu kapping. Fantastiskt tit!
Teir venja saman her heima og onkrir aðrir er aftrat í skjóta hópinum, sum ikki vóru við í Keypmannahavn og sum eisini høvdu runnið eina góða tíð.
Hjartaliga til lukku tit allir og vit gleða okkum at síggja, hvat renniframtíðin hevur at bjóðað.
(Forsíðumyndin er tá Rógvi rann í Odense í sept. 2024)