Fólkaheilsurenningin verður eisini leygardagin 4.juni kl. 14.00
Hvør minnist ikki tær vælumtóktu fólkaheilsurenningarnar, har fólk í øllum aldri møttust og so gingu ella runnu ein túr saman ? Nú royna vit aftur, í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, at fáa øll út at røra seg. Børn, ung og vaksin eru vælkomin við. Teinurin er umleið 5 km og byrjað verður á Vaglinum, har sum øll hini eisini byrja – tey sum ganga ½ marathon, og tey sum renna ½ og heilt marathon !
Øll, sum melda til heilsurenningina, fáa eitt helsi/turriklæðið, sum eisini kann nýtast sum húgva. Tilmeldingin fer fram inni á renn.fo og leinki er her :
https://bragdid.atgongumerki.fo/info?eventId=191220
Start nummrini skulu heintast í SMS fríggjadagin frá kl. 10.00-18.00 og tá ber eisini til at melda fleiri til 🙂 Fólkaheilsuráðið er á Torginum við einari spildurnýggjari vekt, sum mátar feittprosent o.a. og tey eru sera spent at royna hana.
Komið við – tað er so gott at røra seg 🙂