Tað var um reppið, at liðugt var at rudda Tórsbreyt, so kom regnið seinnapartin sunnudagin ! Sunnudagurin var ikki so galin, tá hugsað verður um nógva vindin, sum hevur leikað í, síðani fríggjakvøldið. Leygardagin valdi FÍF at útseta kappingina tveir tímar, inntil vindurin minkaði eitt sindur ! Tíbetur var turt og enntá onkrir sólglottar. Fitt av áskoðarum høvdu eisini leitað sær á breytina báðar dagarnar.
Eri hugtikin av hesum røsku ungu íðkararnum ! Stóð sjálv og skuldi verða keyla, tí ikki var hugsingur um at seta keylurnar út á breytina, við vanda fyri at tær fóru á flog. Men á mínum keyluposti kundi eg eygleiða rennararnar, hvussu tey stríddust móti ógvusliga vindinum, høvdið fremst, fyri so at fáa vindin í ryggin á hinari síðuni. Ringt at fáa luft, men tey koyrdu á ! Persónlig met og enntá møguliga eitt føroyskt met, glað og stuðlandi og sjálvt um tey kappaðust móti hvørjum øðrum, so var alla tíðina ein jaligur andi millum øll.
Úrslitini eru ikki komin enn, men vit leggja tey út, so skjótt tey verða almenn. Men nakrar hugalagsmyndir eru her, meðan vit bíða :