Í dag var seinasta umfar av Betri Vetrarkappingini runnið, VK 8, sum eisini er kapping um føroyameistaraheiti á góðkendum 10 km teini.
Veðrið var framúr gott og rennilíkindini vóru sera góð. Fleiri rennarar úr Bragdinum vóru við aftur hesa ferð. Á kvinnusíðuni fingu vit meistaraheiti í hús, tí Sarah Vallin vann klárt, nakrar minuttir framman fyri Rigmor N. Arge úr Hvirluni. Hjá monnunum var Peter Jensen eitt sindur ov stuttur at knógva Bjarka Johannesen úr Roysni, sum gjørdist FM vinnari. Um 18 sek var millum teir báðar.
Seinasta umfar merkir eisini, at vetrarkappingin var gjørd upp, steyp vórðu handað einstaklingunum og liðvinnararnum og eisini fingu tey, sum hava luttikið í øllum 8 kappingunum, hvør sítt páskaregg við til hús.
Øll úrslitini eru her: https://www.webscorer.com/race?raceid=236872
Næsta rennitiltak er skírishósdag 1. apríl, tá Føroyar renna 🙂