Úrslit – opnar kappingar 15. apríl 2017Mong góð úrslit vórðu aftur á Tórsbreyt leygardagin í opnu kappingunum, ið Bragdið skipaði fyri. Nærum øll settu persónlig met og 4 bólkamet bleiv tað til í bæði longdarlopi og 200 m.
Miso Buha sett ikki minni enn tvey bólkamet á 200 m og longdarlopi. Jónas Isaksen setti bólkamet á 200 m, Andreas B. Antoft í longdarlopi og Margit W. Frímundsdóttir eisini í longdarlopi.
Harafturat megnaði Margit W. Frímundsdóttir at seta føroyskt met í longdarlopi og aftur at leypa út um Oyggjaleikakravið á 4.85 m (í februar leyp hon 4.93 m innandura í Íslandi). Við eini lopseriu á 4.43 m, 4.73 m, 4.69 m, 4.89 m, 4.85 m og 4.91 m, øll í góðkendum vindi, fekk Margit heili trý av 6 lopum, ið lúka ásetta kravið og eitt av hesum, sum er ájavnt gamla føroyska metið á 4.85 m og tvey, sum eru longri og harvið nýtt føroyskt met á 4.93 m.
Sera hugaligt at fylgja gongdini hjá børnum og ungum 🙂
Úrslit – opnar kappingar 15. apríl 2017