Veðurlíkindi vóru góð, tá árliga flaggdagsrenningin var sett í gongd. Kalt og eitt lot yviri við Strond og stilli á Kongabrúnni.
Vit samstarva við Sclerosufelagið um flaggdagsrenningina, vit skipa renningina og tey hava bás á Kongabrúnni, har tey bjóða kaffi og køku og so leggja tey upp til at øll eru vælkomin til prát. Og tey høvdu nógvar vitjanir. Eisini fer allur peningurin frá heilsurenningini, til Sclerosufelagið
Aftur hesa ferð var Jacob Ejby Stengaard fyrstur um málstrikuna og hann rann seg til nýtt rutumet, 20.50! Og hjá kvinnunum var eisini sami vinnari, sum til undanfarnu kappingarnar, Karoline Ejby Stengaard, 26.49.Hjartaliga til lukku tit bæði.
Sum vanligt, vóru eisini nógv børn við. Tey runnu frá Kongabrúnni út til rundkoyringina og aftur. Elstu børnini runnu tvær ferðir somu rutu, tí tað var ikki ráðiligt at fara út í Schengen, av tí at Norrøna legði at samstundis, sum renningin byrjaði.
Øll úrslitini eru her: https://my.raceresult.com/333462/results#0_3EF1B7
Og nógvar myndir eru á okkara Facebooksíðu: https://www.facebook.com/media/set/?set=a.1259459576188883&type=3