Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!
Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 36. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.
Vit byrja kl. 16.00 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast.
Tilmelding í seinasta lagi leygarkvøldið 23. apríl 2022 kl. 23.00. Sí leinki á bragdid.fo. Gev gætur eingin tilmelding á staðnum (heilsurenningin tó undantikin).
Kapprenning fyri vaksin og firmakapping
Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.
Flaggdagsrenningin er eisini kapping millum virkir, stovnar og skúlar, nevnd firmakapping. So umframt at renna við í vanligu kappingini, er tað eisini eitt gott hugskot at manna lið. Treytirnar fyri luttøku til firmakappingina, er at finna á bragdid.fo
Barnarenning
Yngstu børnini renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.
Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Heilsurenning
Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg.
Eingin tíðtaking er til hendan bólkin. Teinurin er tann sami, sum til kapprenningina, men luttakararnir velja sjálvi, um tey ganga/renna teinin eina ella tvær ferðir.
Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til beinanvegin, tí tey fyrstu 50 fáa hvør sína blusu. Eisini er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 kr og eina gisting fyri tvey á Hotel Hilton, í dupultkamari og við morgunmati og góðum útsýni yvir Hoydalar.
Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ársins flaggdagsrenning.