Bragdið bjóðar øllum til Flaggdagsrenning og heilsurenning.
Okkara góða, gamla Flaggdagsrenning, bæði fyri einstaklingar og virki, verður aftur í ár og so fara vit eisini, í samstarvi við Sclerosufelagið, at skipa fyri heilsurenning. Tíðindaskrivið er her:
Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!
Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 33. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.
Vit byrja kl. 16.00 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast.
Kapprenning fyri vaksin og firmakapping
Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.
Umframt einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Tað skulu vera 3-5 luttakarar á einum liði og 3 tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið, sum fær fægst stig, er vinnari. Heilsurennarar og børn eru ikki við í firmakappingini. Tað er sera umráðandi at skriva liðnavnið eins, fyri luttakarar á sama liði, tá meldað verður til.
Barnarenning
Yngstu børnini renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum. Tey yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Heilsurenning
Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.
Tey fyrstu 50, sum melda til heilsurenningina, fáa ein blusu og allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Øll, ið luttaka í heilsurenningini, eru við í lutakasti um eitt gávukort frá Atlantic Airways, virði 3.000 kr.
Tilmelding v.m.
Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. Leinki er á bragdid.fo og tilmeldingarfreistin er 24. apríl kl. 21.00. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til heilsurenning).
Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 13.00 – 15.00
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum. Í firmakappingini er eisini gott gávukort frá Bowlinghøllini til vinnandi liðið.
Verið vælkomin við!
Her er leinki: https://www.atgongumerki.fo/fif/