Í samstarvi við Faroe Express skipa vit fyri stafett tann 24.august. Arbeiðspláss manna lið og á hvørjum liðið eru trý fólk. Tað ber til at renna ella ganga. Á gonguliðnum fara øll avstað í senn og ganga 3 km tilsamans og á renniliðnum rennur hvør 3 km aftaná hvønn annan. Hetta er ein heldur øðrvísi rennikapping, sum er fyri øll, bæði tey kappingarsinnaðu og tey, sum ikki tíma at kappast.
Áðrenn renningina er upphiting og longu tá er hýrurin góður á fólki. Aftaná er tað tann beri hugni, tí tá er okkurt til matna og at sløkkja sær tostan við. Og er ein til meira spenning, ber til at klintra og síga. Eisini kunnu liðini taka felagsmynd, sum er eitt gott minni at hava við til arbeiðsplássið.
Komið við! Hetta er nakað øll hava gott av, bæði tí at tað er gott at røra seg í frískari luft og ikki minst, at verða saman við sínum starvsfeløgum undir øðrum umstøðum, enn vanligt. Tit angra tað ikki 🙂
Meldið til her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/883100/order/info
Tað kostar einans 600 kr fyri hvørt liðið og gera tit skjótt av, er ein blusa til hvønn, við í keypinum.
Vit síggjast á kajuni leygardagin 24.august kl. 14.00