Sunnumorgunin 24.januar renna vit felagstúrin í Kollafirði. Vit møtast á Tórsbreyt beint áðrenn kl. 8.30 og koyra við bilum til Kollafjarðar.
Kl. 9.00 renna vit frá skótahúsinum og runnið verður tað ein orkar at renna. Longsti túrurin verður nokk um 20-24 km, men møguleikarnir eru nógvir og har er slætt og gott at renna. Aftaná renningina sleppa vit at skifta í skótahúsinum og har fáa vit okkum eisini ein lættan drekkamunn, áðrenn vit koyra aftur til Havnar.
Allir limir eru vælkomnir við 🙂