Spent sótu vit flest øll framman fyri skíggjan, tá 3-2 var á skránni, mánakvøldið 20.august. Eitt lið frá Kringvarpinum hevði verið á Tórsbreyt, tá FM fyri vaksin var, leygar- og sunnudagin 18. og 19.august. Men vit sótu sum kánus, tá innslagið um frælsan ítrótt var liðugt! Ikki eitt einasta orð um longdarlopsbragdið hjá Elisabeth Holm Simonsen. Tað var sum bert eitt felag hevði kappast, sjálvt um luttøka var úr øllum frælsu ítróttarfeløgunum í landinum, undantikið Hvistuni í Suðuroynni.
Nakrir dagar eru farnir, men bragdið er tó líka stórt fyri tað. Elisabeth er fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur lopið 5 metrar! Hon tók metið hjá Margit W. Frímundsdóttir úr Bragdinum, sum var sett 12.04.17. Margit leyp tá 4,91 m.
Vit ynskja Elisabeth hjartaliga til lukku við metinum og vit gleða okkum at fylgja við, hvussu evnaríka unga Bragdarkvinnan fer at klára seg.
Tað skal ikki takast nakað frá hinum, sum vóru við hetta vikuskiftið og tað er altið hugaligt at verða áskoðari. Ikki gekk eftir vild hjá øllum, og vindur hevði eisini sína ávirkan á úrslitini.
Øll úrslitini eru her:
http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/08/FM-2018-%C3%9Arslit.pdf
Vikuskifti 8. og 9. september er FM fyri ung á Tórsbreyt.