Hetta vikuskiftið hevur verið DM innandura fyri seniorar og kappingin var í Odense. Úr Bragdinum luttóku tvey, Eiri J. Glerfoss og Margit W. Frímundsdóttir. Margit gongur í skúla í Ålborg.
Eiri rann 60 og 200 m. Á 60 m rann hann 6.96 sek, sum er persónligt met. Og á 200 m rann hann seg eisini til persónligt met, innleiðandi við tíðini 22.12 sek og ti finaluna rann hann 22.16 sek. Ongin startur var ordiliga góður, so har er meira í honum. Eiri leyp ikki longd hesa ferð, tí hann hevur avbjóðingar við vinstra fóti.
Margit rann 200m og setti persónligt met við tíðini 26.49 sek. Hon rann eisini 400m og har var tíðin 58.67. Hennara persónliga met er 57.94 sek.
Hiðani ynskja vit tykkum til lukku 🙂
Um tvær vikur er aftur kapping og tá er tað DM fyri ung. Eini 5 ung úr Bragdinum luttaka.
Myndin er úr savninum, Jógvan og Margit.
