Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Tårnby. Bragdið hevði tveir luttakarar við og tey bæði runnu 200 m og bæði runnu í dag, sunnudag.
Tað vóru tey bæði Jónas G. Isaksen og Sofía Højgaard umboðandi Bragdið og við teimum var Eyð, ferðaleiðari.
Jónas rann seg til eina gullmedalju við tíðini 21.67 sek, sum tó ikki er hansara besta tíð, meðan tíðin hjá Sofíu ikki var tann, hon ætlaði. Tað vildi so illa til, at sjálvt um veðrið var gott, var meira vindur tá Sofía rann og tað órógvaði hana. Tíðin hjá Sofíu var 28.08 sek, eitt vet seinni enn hennara besta tíð.
Hjartaliga til lukku Jónas og eitt stórt herðaklapp til Sofíu 🙂
Góða ferð heim 🙂







