Hetta vikuskiftið er ein hópur av ungum íðkarum í frælsum ítrótti farin til Danmarkar, har tey skulu luttaka í DMU.
Niðan fyri er leinki til ein film, har tosað verður við Jógvan, ein av okkara ungdómsvenjarum.
https://www.facebook.com/100005079517382/videos/1428785477619755
Vit eru spent at fylgja við hesum ungu og røsku íðkararnum, sum eru sera ágrýtin at venja, Fleiri ferðir um vikuna venja tey, og meginpartin av tíðini eru tey uttandura. Saman við dugnaligu venjararnum mennast tey persónliga og ítróttarliga og tí er tað ein spennandi avbjóðing at kappast móti øðrum ungum, sum tey ikki eru von at kappast við.
Allar bestu eydnu tit øll 🙂