Hetta vikuskfitið var Copenhagen Open hildið í Hvidovre. Fýra íðkarar úr Bragdinum vóru við – Sigrið, Ró Apolonia, Jónas og Eiri. Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum ungu at royna seg millum aðrar íðkarar, tey ikki kenna, og undir øðrum, og kanska betri, umstøðum enn her heima. Úrslitini eru góð og eru samstundis góð at hava við sær til framhaldandi venjingar. Tað loysir seg at venja, eisini tá illveðrið leikar harðast! Hjartaliga til lukku tit øll 🙂
Her er ein frágreiðing frá Gunnvá:
Tað hevur verið sera gott kappingarveður, við 20 stigum og einum fittum loti. Tó gjørdi tað onki, fyri flestu kappingarnar. Eisini er hendan kappingin merkt nakað av korona-støðuni. Í mesta lagi 100 íðkarar sleppa at verða innan fyri hegnið í senn. Tí er umráðandi, at bert tey, ið skula kappast eru á breytini og fara av aftur, beint eftir kappingarlok. Fyri lættari at kunna stýra hesum, skulu allir íðkarar í callrúm – fyri renningarnar, 20 min áðrenn kapping og fyri onkrar tekniskar greinar, 25 min áðrenn. Hetta órógvaði nakað upphitingina, tí tey skuldu standa í stað í 20 min. Eiri rann eisini finalu á 100 m og riggaði tað betri, at passa upphitingina til callrúmið tá.
Ró Apolonia, skal ikki kappast fyrr enn sunnudagin, meðan hini trý hava verið í eldinum í dag, leygardag. Tey hava øll klárað seg væl
Úrslitini hjá Bragdalutakarunum er viðheft niðanfyri.
Frágreiðing frá sunnudegnum:
Í dag kappaðist Ró Apolonia eisini. Hon royndi seg í bóltkasti, longdarlopi og 40 m og gekk tað sera væl hjá henni og var hon væl nøgd
Sigrið royndi seg í 60m og kúlu, har hon setti bólkamet fyri sín aldur, og í 800m, har hon setti flott persónligt met og var sera tætt uppá bólkametið. Sigrið rann 800m við g15, sjálvt um hon bara er 10 ár.
Jónas betraði sín 800m við heili 3 sekundum, tá hann rann teinin við seniorunum. Hetta gjørdi hann í eini roynd, at betra sína tíð, heldur enn at vinna eitt heiðursmerki. Tíðin hjá Jónasi er heili 7 sek framman fyri vinnaran í d15. Tvs, at Jónas helst hevði runnið einsamallur og tá er sera trupult at útinna tað, ið man er mentur.
Eiri fór í dag eftir eini 200m tíð, sum hann ikki hevur fingið møguleika til í ár. Heldur meira vindur var í dag og ivamálið var tí, um vindurin fór at verða góðkendur ella ikki. Eiri rann við skjótasta riðlinum og megnaði at koma inn sum nr 4 í sínum riðli við tíðini 23,92 í góðkendum vindi, sum var -0,7 m/s ímóti. Hetta var flott persónligt met og bólkamet.
Eisini luttóku 5 aðrir føroyskir íðkarar: Maria Biskopstø, Treysti, ið setti føroyskt met á 400m, Vibeka Sivertsen, Rebekka Fuglø, Miso Buha og Tummas Napoleon Arge, ið eftir rúma tíð, aftur royndi seg á 800m. Til lukku Maria.
Alt í alt ein góð og sera mennandi kapping fyri okkara íðkarar.