Úrslitini frá VK6

Leygardagin, 20.februar, var sætta umfarið í vetrarkappingini á Fossánesi. Vit fóru tíðliga av Tórsbreyt við bussinum, sum var leigaður til endamálið og kl. 8.45 fór ein næstan fullur bussur av Tórsbreyt. Veðrið í Havn var gott, stilt og kalt, men longur norður vit komu, verri sá veðrið út til at blíva. Aftaná trongu tunlarnar, har…

Bjørg nýggj í nevndini.

Aðalfundur felagsins var í gjárkvøldið, 16.02.16. Fundurin var hildin í ÍSF húsinum. Hilmar Høgenni var fundarstjóri, og tað uppgávuna kláraði hann sera væl, aftur í ár. Herluf, sum hevur sitið í nevndini í 3 ár, hevur valt at brúka orkuna til annað í felagnum og stillaði tí ikki upp aftur. Í hansara var Bjørg Nielsen vald.…

Úrslitini frá VK5 í Hoydølum

Í allar besta veðrið, varð lendisrenningin runnin í Hoydølum, leygarmorgunin kl. 11.00. Mangan hevur verið illsligt har niðri í dalinum, og fløtan hevur verið dýggjvát, men hendan morgunin var lendið av tí frægasta. Og uppmøtingin setti eisini met, tí ongantíð áður hava so nógv luttikið, sum hesa ferð, um 100 ! Umframt at hetta var…

Aðalfundurin mánakvøldið 15.februar.

Góðu limir í Bragdinum Bragdið hevur aðalfund mánakvøldið 15.februar kl. 19.00. Fundurin verður í ÍSF húsinum. Hesa ferð standa tveir limir fyri vali. Ann tekur eitt tørn afturat, meðan Herluf  hevur valt ikki at stilla upp aftur. Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:   Val av fundarstjóra Formaður sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til…

VK 5 í Hoydølum leygardagin.

Nú várið nærkast, nærkast eisini ein av okkara afturvendandi rennikappingum.  Hendan kappingin er eitt sindur øðrvísi, enn hinar og verður leygarmorgunin 13.februar kl. 11.00 Umframt at verða ein partur av vetrarkappingini, er hetta eisini føroyameistarakapping í Lendisrenning.  Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum…

Felagstúrur í Kollafirði

Sunnumorgunin 24.januar renna vit felagstúrin í Kollafirði. Vit møtast á Tórsbreyt beint áðrenn kl. 8.30 og koyra við bilum til Kollafjarðar. Kl. 9.00 renna vit frá skótahúsinum og runnið verður tað ein orkar at renna. Longsti túrurin verður nokk um 20-24 km, men møguleikarnir eru nógvir og har er slætt og gott at renna. Aftaná…

VK 4 í Sørvági

Vk 4 var runnið í Sørvági í dag, leygardagin 16.januar. Seinasta ár var renningin útsett í nakrar tímar vegna ov nógvan kava og hálku, men tað vildu fyrireikararnir ikki skuldi henda í ár, og tí bórust tíðindini í gjárkvøldið, at teinurin var broyttur. Í staðin fyri at renna úr Sørvági til tunnilsmunnan til Gásadals og aftur,…

Bussur til VK 4

[fusion_text]Góðu limir Leygardagin er rennikapping í Sørvági, VK 4. Bussur koyrir frá Tórsbreyt kl. 9.30 og heim aftur aftaná kappingina. Allir limir eru vælkomnir við 🙂 Meldið tykkum til kappingina á renn.fo Vit síggjast leygarmorgunin í bláum, sjálvandi 😉

Limagjaldið 2016

Góðu limir 🙂 Sum tit vita, so riggar limaskipanin hjá ÍSF ikki longur, og tey hava gjørt av, at steðga samstarvið við Askur. Tað merkir so, at vit ikki kunnu brúka skipanina longur. Tí fara vit yvir til bankaflytingar aftur, inntil vit hava funnið eina aðra loysn. Tit, sum hava goldið umvegis Askur, har er…