Sunnudagin 10.juli kl. 16.00 renna vit aftur Bragdið Top Run. Vit byrja í Kollafjarðardali og renna niðan á Sornfelli. Ein long brekka, sum er 9,8 km.
Tað var MIF, Mjørkadals Ítróttarfelag, sum byrjaði renningina og tá tey riggaðu av, handaðu tey okkum í Bragdinum, Top Run. Nærum øll, sum hava luttikið, hava gjøgnumført, so vilt tú bjóða tær sjálvum av, so er at melda til og royna rutuna sunnudagin.
Gevið gætur!! Í ár hava vit sett tíðaravmarking á rutuna, og øll, sum eru komin á mál tá klokkan er 17.45, fáa hvør sítt luttakaraheiðursmerki. Verður komið á mál aftaná, er renningin ikki gjøgnumførd.
Vatn og okkurt afturvið er at fáa á málinum og inni í fjallinum bjóða vit ein drekkamunn við heimabakaðari køku.
Fyri at fyrireikingarnar skulu verða lættari, heita vit á tykkum at melda til í góðari tíð. Tilmeldingin er niðanfyri:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1500765/order/info
Vælkomin til Bragdið Top Run 2022.