Tað sá einki serligt út til Top Run. Fyri tað fyrsta var tað ringt at fáa fólk at melda til og tá so dagurin upprann, var tað so greytasvart, at tað sást næstan ikki fram um nøsina. Men, sum so ofta, so legðist aftrat við luttakarum og tá talt var niður, stóðu 18 á málstrikuni. Og øll komu vegin fram, sjálvt um sýnið var vánaligt.
Top Run er ein avbjóðing. Starturin er uttan fyri Effostøðina, og málið er á Sornfelli 9,8 km í brekku.
Vinnari í dag var Peter Jensen úr Bragdinum. Hjá kvinnunum vann Sarah Valin, eisini úr Bragdinum. Hetta var fyrstu ferð tey runnu hesa kappingina.
Kappingin er í tveimum bólkum. Upp til 39 ár og frá 40 ár og eldri og úrslitini eru niðanfyri:
Fornavn | Eftirnavn | Bólkur | Felag | Startnr | Tíð |
Peter | Jensen | Menn 14-39 ár | 46:49:00 | ||
Sarah | Valin | Kvinnur 14-39 ár | Bragdið | 53:10:00 | |
Joan | Mouritsen | Kvinnur 14-39 ár | Bragdið | 01:08:36 | |
Ragna | í Geil | Kvinnur 14-39 ár | Bragdið | 01:13:12 | |
Ann-Mari | av Skarði | Kvinnur 40+ | Bragdið | 01:05:08 | |
Joan | Hentze | Kvinnur 40+ | Bragdið | 01:08:31 | |
Elisabeth | Larsen | Kvinnur 40+ | Bragdið | 01:14:01 | |
Johanna | Vang | Kvinnur 40+ | Bragdið | 01:16:36 | |
Jónleyg | Hansen | Kvinnur 40+ | Bragdið | 01:36:14 | |
Hallur | Holm | Menn 40+ | Bragdið | 51:06:00 | |
Sam | Vang | Menn 40+ | Bragdið | 53:54:00 | |
Hallur | Onghamar | Menn 40+ | Bragdið | 54:53:00 | |
Ámundur | Nolsø | Menn 40+ | Bragdið | 56:30:00 | |
Jónálvur | Johannesen | Menn 40+ | – | 56:38:00 | |
Gunnar | Øregaarsd | Menn 40+ | – | 58:05:00 | |
Flóvin | Eidesgaard | Menn 40+ | Bragdið | 01:00:53 | |
Páll | Johannesen | Menn 40+ | Onki felag | 01:07:27 | |
John | Højsted | Menn 40+ | Onki felag | 01:07:58 |
Vit í Bragdinum takka fyri hjálpina og fyri at tit møttu upp, soleiðis at Bragdið Top Run kundi haldast. Vit herja á aftur í næsta ár 🙂


