Minnist til at melda til Top Run!
Bragdið skipar aftur í ár fyri rennikappingini, Bragdið Top-Run. Tilmeldingin er klár og er á hesi leinki:
Hetta er tann renningin, har bert ein brekka er. Byrja verður í Kollafjarðardali og rennast skal niðan á Sornfelli, tilsamans 9,8 km. Øll kunnu renna við og við nøkrum fáum undantøkum, hava øll gjøgnumført rutuna. Bragdið bjóðar drekkamunn aftaná renningina og vit syrgja eisini fyri, at øll verða koyrd oman aftur.
Av tí at arbeitt verður leygardagar og nógv ferðsla er á vegnum niðan á Sornfelli, er renningin í ár sunnudagin 13.august kl 15!
Verið vælkomin við!