Bragdið Top Run
So eru vit aftur klár við einari rennikapping og hesa ferð er tað serstaka renningin úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli, sum vit kalla Bragdið Top Run. Renningin er leygardagin 13. august kl. 15.00.
Rutan er 9,8 km og tað er bara ein brekka ! Byrja verður í Kollafjarðardali, sum er 75 m yvir havinum og endar á Sornfelli, sum er 680 m yvir havinum. Rutan verður hildin at verða ein av teimum strævnu, men er ikki verri enn so, enn at tey flestu hava gjøgnumført rutuna. Er veðrið gott, er útsýni fantastiskt og hvat er betri enn at røra seg og samstundis njóta vakra landslagið !
Karmarnir um renningina eru teir somu, sum undanfarin ár. Start nummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali frá kl. 14.00-14.30. Skiftiklæðir kunnu latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli, so til ber at skifta í turr klæðir aftaná renningina. Vit eru so heppin at sleppa inn í hølini á Sornfelli og har bjóðar Bragdið ein góðan drekkamunn, meðan vit handa heiðursmerkini.
Tilmeldingin er latin upp og seinasta freistin at melda til online er fríggjakvøldið 12.august kl. 18.00. Men jú fyrri tú meldar til, lættari er hjá okkum at fyrireika. Kostnaðurin er 150,- kr. Tað ber eisini til at melda á sjálvum degnum, tó í seinasta lagi kl. 14.30 og tá fer prísurin upp á 200,- kr
Leinki er her :
https://app.lap.io/event/2016-top-run/register
Vit í Bragdinum bjóða tær vælkomnum at renna við.