Um vikuskiftið, var ein Bragdahópur av vaksnum rennarum í Edingburgh, í samband við at tað var Edingburgh Marathon Festival 2024. Ferðin kom í lag tá nøkur í felagnum luttóku á ½ og 1/1 marathon í 2023 og upplivingin var so mikið góð, at tey hildu, at ein felagstúr áttu vit at gjørt. Skjótt er at ferðast til Edingburgh og í heyst var farið at fyrireika túrin. Meldast skuldi til renningina, hotel og flogferð bíleggjast.
Við vóru nøkur og tretivu og flestu okkara búðu á sama hotelli á Princes Street, mitt í býnum.
Renningin byrjaði leygardagin, tá eisini fleiri barnarenningar vóru og tá var 10 km renning fyri vaksin. Onkur í hópinum rann við har. Sunnumorgunin kl. 8.00 fóru ½ marathonrennararnir avstað og kl. 10.00 var startskotið til marathon.
Veðrið var so sum so! Leygardagin var turt og sól. Sunnudagin var nógv regn tá ½ marathon var og tá marathon byrjaði oysti niður. Sum frá leið, bleiv regnið til sirm og mitt í tí heila fór sólin at skína og hitin kom í luftina. Tað kendist so heimligt við øllum árstíðunum. Tá eini fýra tímar vóru farnir aftaná byrjanina, fór aftur at oysregna og tað var ikki við míkindum. Hóast avbjóðingarnar við regninum, gjøgnumførdu øll sína renning. Men hesin hugnin, tá man situr og bíðar eftir hvørjum øðrum, so hvørt sum øll komu á mál, tað var ikki hugsingur um at gera í regninum. Tað ráddi um at koma í turr klæðir og so at fara í bíðirøðina til bussin, sum var alinlong!
Tó so, øll avrikini skuldu feirast og tað var gjørt á einari hugnaligari skotskari matstovu, sum borðreiddu við góðum mati og drekka. Ein kvøld, har øll slappaðu av, nú endamálið við ferðini var rokkið.
Tað var kortini ikki bara renning á skránni, tí møguleikarnir í Edinburgh eru nógvir og har nýtist eingin at keða seg. Hugt var eftir ymiskum í býnum, vitja søvn av ymsum slagi, ein bólkur var til afternoon tea, onkur var til sjónleik og eitt sindur av sjopparíi var, nú møguleikin var til tað.
Seinnapartin mánadagin fóru vit leiðandi við viðførinum yvir til bussin, sum koyrdi frá Princes Street til flogvøllin. Og á flogvøllinum í Vágum bíðaði bussur eftir okkum, og Havnar Hornorkestri, sum koyrdi okkum trygt aftur til Tórsbreyt.
Ein fínur felagstúrur var at enda komin, ein túrur, vit fara at minnast aftur á við gleði.
Myndir eru í savninum á Facebooksíðuni hjá Bragdinum: https://www.facebook.com/media/set/?vanity=bragdid&set=a.983378877130289