Ert tú rennari, spurdi ein kona Elisabeth Larsen herfyri. Elisabeth ivaðist, hvat hon skuldi svara…. men tað gera vit í hvussu so er ikki. Hon byrjaði við Flaggdagsrenningini fyri nøkrum fáum árum síðani, og síðani fekk hon smakk fyri renningini og hevur sett sær sum mál, at renna longri og longri.
Hon og Hallur Holm hava hetta vikuskiftið runnið heilar 160 km á Mors. Ein ultralangur teinur, tveir rennarar úr Føroyum og fýra føroysk met: á 100 km 10.25.45 og 14.30.36 og á 100 miles 17.35.01 og 24.50.17. Og so hevur eingin føroysk kvinna runnið so langt áður. Pól Sundskarð átti metini líka til leygardagin.
Hallur kom á mál, sum nummar sjey, men longu frá 30km hevði hann trupuleikar við pínu í lørunum. Hann er ikki ordiliga nøgdur, men er sjálvandi vælnøgdur at hann kláraði at stríða seg ígjøgnum hinar 130 km, við pínu. Tað skal ein ordans vilji til at gjøgnumføra, við pínu! Men tað hava tey bæði væl og virðiliga víst. Við nógvari venjing og góðari fyrireiking, ber tað til.
Elisabeth skrivar soleiðis: Ongantíð enn havi eg møtt nøkrum múri sum hevur fingið yvirtakið og ongantíð enn eri eg komin á mál og havi sagt “hetta geri eg aldrin aftur”. Kanska verður tað einaferð. Livst so spyrst.
Men tá eg kom á mál í Nykøbing í gjár aftaná 161 km hevði eg grátið av gleði frá eg sá málportalin og eg føldi tað sum eg spurtaði á mál og hevði vunnið (so var ikki skal líka sigast). Ein langt døgn, sum var fult av positivum vælmeinandi og stuðlandi menniskjum, gleði og úthaldni, sól og hav og myrkur og klárur stjørnuhimmal og skógur og garasjuveitslur, kýr og markir og ein hugni og uppbakning á allari oynni, sum var tað heila vert – um dagin vóru baljur við ísakøldum vatni við svampum í, børn sum róptu “godt løbet”, sjálvt um man næstan lá niðri á vegnum, um náttina eplasuppa og einsemi – eitt slíkt døgn inniheldur alt, alt broytist, alt gongur yvir, viðhvørt er man heilt niðri í kolkjallaranum og viðhvørt á ljósareyðum skýggjum, man kann vera sjúkur av kvalma í fleiri tímar og so knappliga er man flúgvandi og alt er bara so herligt og so hevur man so ræðuliga ilt onkrastaðni, og so knappliga er tað burtur (tá hevur man ilt onkra aðrastaðni). Ultrarenning er sum lívið. Ultrarenning er sum renning, men tað er bara so ræðuliga nógv meira enn tað. Sum altíð, kom eg hesa ferð rørd í mál. Rørd yvir at sleppa at fáa slík upplivilsi og at eg havi evni at halda út tá tað gongur illa og trúgva uppá at tað verður betri. Tí tað verður tað. Og tá tað gongur væl, so kann man eisini verða vísur í at tað nokk skal koma at ganga illa aftur. Soleiðis er lívið. Og soleiðis skal tað vera. Eg kom enn einaferð í mál við tí í huga at “hetta skal eg skjótt gera aftur”. Og tað ivist eg ikki í at eg fari at gera um eg havi heilsuna til tað. Og eg skrivi hesar hugleiðingar av tí eini orsøk at eg ynski at deila ein lítlan part av mær við tykkum. Renning er einsligur ítróttur. Og so allíkavæl slett ikki. Tí vit eru forbundin á ein serligan hátt – tað er nærmast sum eitt lagnufelagsskap – og í ultrarenning er hetta enn meira týðuligt, tí tað er meira av øllum. Meira pína og meira gleði. Rennari? Jú kanska eri eg tað kortini. Eg eri í hvussu so er ultrarennari!
So jú, Elisabeth ER rennari og saman við Halli seta tey sær størri og longri mál. Spennandi verður hjá okkum at fylgja við á síðulinjuni.
Hjartaliga til lukku við bragdinum, Elisabeth og Hallur.