Nú eru nakrir dagar síðani, men á hugnaligum fundi hjá Krabbameinsfelagnum her fyri, vóru okkara ørindi at handa felagnum ein kekk. Til gangi ½ marathon fer ein partur av luttøkugjaldinum til Krabbameinsfelagið og til ½ og 1/1 marathon ber eisini til at stuðla við upphædd, sum luttakarin velur sjálvur. Undanfarin ár, hava vit flutt pengarnar á konto, men í ár hildu vit, at vit skuldu varpa ljós á hesa hending. Tað komu 23.350 kr inn og tað halda vit er óført. Túsund takk fyri stuðulin tit øll!
Vit eru samd um, at sjálvandi halda vit fram við samstarvinum við Krabbameinsfelagið, soleiðis at sunnudagin 3. juni 2018 ber eisini til at ganga ½ marathon, tá Tórshavn Marathon verður.
Niðanfyri er grein, sum Krabbameinsfelagið hevur á teirra heimasíðu.
http://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=157&Action=1&NewsId=1028&M=NewsV2&PID=785