Jólini eru aftur her og eisini tá eru rennibeinini í gongd.
Sum siður er, renna vit felagsrenningar, bæði jólaaftansmorgun og 2.jólamorgun.
Hvirlan skipar fyri kirkjurenningini jólaaftansmorgun kl. 9.00. Møtt verður á Tórsbreyt og runnið verður til kirkjurnar í Havn, Argjum og Hoyvík. Tó ger man sjálvur av, um runnið, ella gingið, verður til allar kirkjurnar. Bragdalimir plaga at møta væl upp og tað vóna vit hendir aftur í ár.
So er tað okkara egna tiltak 2.jólamorgun. Vit møtast kl 9.00 á Tórsbreyt og aftaná felagsmyndina, renna vit til jólatrøini í býnum. Fyrsta træið er á Norðasta Horni, síðani til Eikina við Sandá, næsta træið er uttan fyri Landssjúkrahúsið og so gongur leiðin oman í Vágsbotn. Møta vit onkrum træið á vegnum, taka vit ein dans um tað eisini. Næst- ella triðseinasta jólatræið er við Mungo (fyrr pylsuvognin á kajuni). Á Kongabrúnni er eisini eitt, men tað stendur ofta á kantinum, at vandin er, at vit detta á sjógv. Seinasti steðgurin er á Vaglinum, har vit syngja gleðilig jól saman. Og so gongur leiðin niðan til okkara felagshús, har vit fáa okkum ein drekkamunn. Altíð ein hugnalig løta.
Allir Bragdalimir eru vælkomnir og eisini 2. jólamorgun kann man leggja sær túrin til rættis soleiðis, at runnið verður eftir, hvussu orkan er.
Vit síggjast 🙂





