Hetta vikuskiftið er kapping í frælsum ítrótti í Íslandi, Stórmót. Bragdið hevur luttikið fleiri ferðir og er hetta ein av teimum føstu kappingunum, tann yngri parturin í felagnum plagar at hava á vetrarskránni. Kappingarnar eru innandura.
Eitt ferðalið við íðkarum, venjarum og foreldrum er farið til Íslands og væl hevur gingist. Summi eru við fyri fyrstu ferð, meðan onnur hava luttikið fyrr. Stuttligt hjá teimum at kappast inni, tá vit hugsa um, hvørjar umstøður vit hava her heima. Hesa ferð hava tey vant í kavaveðrið og tá kavin hvarv, kom regnið og vindurin. Men tað sær ikki út til at nerva teir fantastisku íðkararnar vit hava, sum saman við venjararnum koyra á, líka mikið hvussu veðrið er. Væl stuðlaði av familjuni. Vit eru errin og glað 🙂
Summi av teimum vinna, onnur seta bólkamet, meðan fleiri seta persónlig met. Øll koma ikki heim við heiðursmerkjum, men har aftur ímóti fáa tey upplivingar og royndir. Samanhaldið gerst enn betri, tí tey stuðla hvørjum øðrum og eru góð við hvønn annan. Og munnu tey vaksnu ikki eisini njóta túrin? 😉
Báðar dagarnar hava tey svomið og verið í heitum potti og tað sigst at eitt sindur av sjopping eisini er kroyst inn ímillum 🙂
Til lukku tit øll og góða ferð heim.
Her eru nakrar myndir vit hava fingið sendandi: