Um vikuskiftið var næstseinasta umfar av vetrarkappingini í Suðuroy, har Hvistan var vertur. Tá runnið verður har suðuri, skal ein heilur dagur leggjast av, tí farið verður av Havnini kl. 7.00 og komið verður aftur til Havnar um 20.30 tíðina. Men hetta er ikki øðrvísi enn tá suðuroyingar koma til Havnar, so tað er bara at njóta løtuna, aftaná renningina.
Tvøroyri og Vágur skiftast um at verða vertur og í ár var runnið við Stórá í Trongisvági. Hetta er ein vøkur og hugnaligt ruta, sum skal rennast tvær ferðir. Bragdið var væl umboðað og fleiri heiðursmerki fullu í okkara lut. Brøðurnir Eirikur og Andrias Hansen komu fyrst á mál og hesa ferð var Eirikur tann fyrri. Teir fylgdust allan vegin, men teir seinastu 150 metrarnar spurtaðu teir um kapp og endin var, at eldri bróðurin vann. So hesa ferð býttu teir um pláss, í mun til seinast. Julian Gregersen var triðji maðurin, sum kom á mál. Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø úr Treystinum, okkara knáa Hergerð Heldarskarð var næst og henni á bakið kom Birna M. Joensen úr Hvirluni. Í bólkunum veteranar og superveteranar kvinnur og menn, vunnu Hergerð Heldarskarð, Sunneva Olsen, Hjalmar Sjóvará og Hjalti Gunnarstein, øll úr Bragdinum.
Annars eru øll úrslitini frá kappingini her:
http://fif.fo/uncategorized/tf-vk7-spennandi-spurtir-og-sigrandi-suduroyingar/
Myndin á forsíðuni er lænt frá renn.fo
Myndinar niðan fyri, hava Ann-Mari og Sunneva tikið. Tann seinna vísir, hvat tíðin eisini kundi brúkast til. Fleiri kvinnur nýttu høvi at vitja tógvhandilin, so tær kundu fáa okkurt burturúr túrinum og eisini var tað sera hent, at bronsuvinnarin hjá veterankvinnunum, er útbúgvin frisørur 🙂