Fyrrapartin 6.februar var Betri VK5, sum eisini er FM í lendisrenning, runnið í Hoydølum. Kavin gjørdi, at rutan mátti broytast eitt sindur, tí ov hált var í viðarlundini. Tað var mett ikki ráðiligt at renna á kava- og glerkløddu gøtunum og tí var rutan, øll sum hon var, runnin á fløtuni, somu rutu sum vanligt, men við einum petti aftrat. Sostatt var rutan uml. 7,6 km.
Sigurin hjá bæði kvinnum og monnum vóru ongantíð í vanda, tí tey bæði Sarah Valin og Bjarki Johannesen vunnu greitt.
Tvær gentur runnu og har var heldur eingin ivi. Vibeka Sivertsen vann bólkin.
Øll úrslitini eru her:
Hetta er ein hørð ruta, men onkuntíð hevur fløtan verið bæði vátari og verri at renna á. Tá kavin hevur ligið so leingi, sum nú, føldist undirlagið ikki líka bleytt. Men hart var tað, tað hoyrdist.
Orsakað av koronastøðuni gekk alt fyri seg uttandura. Vit bjóðaðu vatn frá Føroya Bjór, te og kaffi frá limum, og okkurt gott afturvið frá Damfar, alt uttanfyri studentaskúlan, har vit eisini handaðu heiðursmerkini. Takk fyri stuðulin Damfar og Føroya Bjór.
Einki tiltak kann gerast, uttan góða hjálp frá okkara limum. Túsund takk fyri hjálpin tit øll, frá tí smáa til tað stóra. Tit eru altíð góð at heita á 🙂