Leygarmorgunin 6.februar er FM í lendisrenning og runnið verður í Hoydølum.
Nú er møguleiki hjá øllum áhugaðum at renna á øðrvísi undirlagi, tí runnið verður úti á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Hetta er fimta umfar í Betri vetrarkappingini, Betri VK5, og er samstundis FM í lendisrenning. Øll eru vælkomin at renna við.
Ofta hevur fløtan verið vát og tað ger tað avbjóðandi at renna. Spennandi verður at vita, hvussu tað verður leygarmorgunin, nú kavin hevur ligið í nógvar dagar.
Orsakað av koronastøðuni er ikki møguleiki at skifta innandura og heiðursmerkini handa vit uttandura. Aftaná renningina bjóða vit ein drekkamunn í frísku luftini.
Tilmeldingin er latin upp og fyri at gera tað lættari við fyrireikingunum, kunnu tit melda tykkum til nú. Tilmeldingin er opin til fríggjakvøldið kl. 23.00. Kostnaðurin er 50,- kr fyri vaksin og 30,- kr fyri børn. Meldast kann til leygarmorgunin millum kl. 10.00-10.30 og tá kostar tað 100, -kr fyri vaksin og 50,- kr fyri børn.
Tilmeldingin er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1188927/order/info
Startnummur verða útflýggjað frá kl. 10.00 niðri í Hoydølum.
Vælkomin við ti Betri VK5 2021