Leygardagin var fyrsta kappingin í Betri Vetrarkappingini 2020/21 og sum vanligt var runnið á Toftum, runt Agnið. Av bestu rennilíkindum, lýtt og næstan stilli, og tað gjørdi so eisini sítt til at tíðirnar vóru góðar. Hjá fleiri av okkara Bragdarennarum vóru tíðirnar fleiri minuttir betri, enn í fjør.
Sum undanfarin ár, er hetta bæði einstaklingakapping og kapping fyri lið.
Úrslitini frá leygardegnum eru á leinkinum niðanfyri:
https://www.webscorer.com/race?raceid=227275
Og myndir eru her:
Næsta kappingin er í Havn tann 21.november, tá Hvirlan skipar fyri Kerjarenningini.