Vit blivu rættiliga tikin av bóli í dag, tá seinasta heiðursmerkjahandanin var av. Sclerosufelagið vildi hava alla nevndina samlaða, tí tey høvdu okkurt at siga okkum!
Og tað kann ikki sigast annað enn at vit fýra, sum vóru til staðar í dag, gjørdust rørdar, glaðar og ernar, tá vit fingu handaða eina vakra kúlu, við áskriftini:
“Ársins sjálvbodni 2023”
Tey tilnevna onkran sjálvbodnan á hvørjum ári og hesa ferð valdu tey Bragdið! Tað kann ikki sigast við orðum, hvussu stóran týdning sjálvbodna arbeiðið í feløgunum hevur og onkuntíð hugsa vit, at tíðin er farin frá hesum. Viðurkenningin í dag ger, at vit fegin halda fram, tí gleðin aftaná er alt striðið vert.
Túsund, túsund takk fyri Sclerosufelagið. Kúlan fer at standa á einum góðum staði í felagshúsinum 🙂