Bragdið var væl umboðað í Vágunum leygardagin. Yvir 60 startnummur vóru fingin til Havnar at býta út og við nøkrum fáum undantøkum, runnu øll við. Andrias Hansen úr Bragdinum var fyrstur á mál, Jan Elmar Sørensen, Treysti, var næstur og triðji maðurin var Martin Gravesen, eisini úr Bragdinum. Hjá kvinnunum var ein útlendsk, Celia Stockwell fyrst, Súsanna Skylv, Hvirlan, tann næsta og triðja kvinnan var Ann Thomsen, Bragdið.
Tiltakið var væl fyriskipað. 700 høvdu meldað til tá freistin var farin aðru ferð. Umleið helvt um helvt gongufólk og rennarar. Startnummur vóru býtt út í høllini á Giljanesi, har møguleiki eisini var at skifta og fara í brúsu aftaná renningina. Av tí at starturin var í Gásadali, skuldu øll koyrast har til og tað eydnaðist eisini væl. Fyrst koyrdu bussarnir gongufólkini, sum skuldu byrja kl. 10 og síðani komu teir aftur eftir rennararnum, sum byrjaðu kl. 11. Øll skuldu sama teinin, úr Gásadali til Sandavágs.
Veðrið var soleiðis, at vakurleikin ikki hvarv. Útsýnið er serstakt í Gásadali og tá runnið verður til Bíggjar og Sørvágs er útsýnið Tindhólmur,Gáshólmur og Mykines. Tað var ikki fagrasta sólskin, men tó vakurt. Eitt fitt lot ímót og inn á síðuna. Framvið vatninum var nógvur mótvindur og tey, sum ikki høvdu nakran at renna saman við, høvdu ein truplan túr. Men líka so skjótt komið var móti rundkoyringini við FK, broyttist veðrið og so var sloppið.
Vatnpostar vóru á rutuni fyri hvørjar 5 km. Tann fyrsti við Sørvágs Skúla og har sang eitt barnakór so fagurt. Rørandi at hoyra, samstundis sum rennast skuldi niðan brekkuna. Á flogvøllinum spældi hornorkestur og í Miðvági sang Sámal Ravnsfjall.
Á málinum var frukt og vatn og ein flokkur seldi vaflur og drekka.
Í høllini á Giljanesi bjóðaðu tey dampaðan laks við eplamorli, og drekkamunn og alskyns heimabakaðar køkur. Og úti í gongini vóru heiðursmerkini eisini handaði. Úrslitini eru her:
http://app.lap.io/event/2017-foeroya-vakrasta-halv-maraton/results
Myndir, sum liggja á jn.fo eru her:
http://jn.fo/myndir+700+folk+runnu+og+gingu+foroya+vakrasta+halvmarathon.html
Frælsi hevði leigað chipp skipanina hjá Bragdinum og í tí sambandi vóru Svend Åge Seloy og Niels Hansson og tóku sær av tíðtakingini.
Alt í alt eitt væl fyriskipað tiltak , sum Frælsi skal hava rós fyri. Og tað sæst á luttakaratalinum, at hetta er vælumtókt, tí talið økist fyri hvørt ár. Takk fyri okkum og vit síggjast aftur næsta ár.
Her eru myndir av nøkrum av bólkavinnararnum, har Bragdið var umboðað, tó ikki av øllum: