Í dag, sunnudag kl. 15, var Top Run sett í gongd. Tað var ítróttarfelagið MIF, sum arbeiðsfólkini í Mjørkadali stovnaðu, ið byrjaðu renningina í 2003. Tá virksemi helt uppat í Mjørkadali og á Sornfelli og arbeiðsfólkini ikki vóru har meira, fingu vit í Bragdinum møguleikan at halda fram við kappingini. Hetta er ein øðrvísi og sermerkt kapping, í mun til aðrar, tí talan er bert um tað einu brekkuna! Hon byrjar í Kollafjarðardali og endar 9,8 km seinni uppi við tunnilin á Sornfelli.
Tilmeldingin í ár gekk eitt sindur seint fyri seg og ikki fyrr enn beint undan freistini, høvdu 30 meldað til. Tó komu nøkur afturat, sum ikki høvdu tikið avgerð at melda til, fyrr enn í dag. Kanska summarfestivalurin og Toto órógvaðu í ár, men vit eru glað fyri at kappingin kundi setast í gongd fyri 15. ferð. Einans ein luttakari kann erpa sær av at hava runnið allar fimtan ferðirnar og tað er Hans Birgir Hansen.
Andrias Hansen var fyrstur á mál og fyrsta kvinnan var Sigrun Kallsoy Kristiansen. Bæði eru úr Bragdinum og felags fyri bæði var, at hetta var fyrsta ferðin tey luttóku. Eisini umboðaðu tey yngra bólkin, menn og kvinnur undir 40 ár. Í kappingini eru tveir bólkar: yngri enn 40 ár og eldri enn 40 ár.
Úrslitini eru her:
https://app.lap.io/event/2017-08-top-run/results
Bragdið bjóðaði vatn og bananir, tá komið var á mál og inni í tunnlinum var ein góður drekkamuður at fáa. Húsavørðurin, Tommy, var aftur í ár so beinasamur at lova okkum inn í kaffistovuna, har rennararnir eisini kundu sleppa í turr klæðir. Ein hugnalig løta, har heiðursmerkini blivu handaði millum kaffimunnin og køkubitan.
Til allar kappingar eru gott við góðum hjálparfólki og hendan er einki undantak. Frá at pakka chipp í brævbjálvarnar og til at koyra við seinasta bilinum oman aftur av Sornfelli, tekur eitt sindur av tíð. Túsund takk fyri hjálpina tit øll, at tit aftur hesa ferð vóru so beinasom at brúka sunnudagin saman við okkum øllum.
Her eru nakrar myndir, tiknar við fartelefonum:
Næsta kappingin er eisini ein øðrvísi rennikapping, har øll kunnu luttaka. Tað er Faroe Express Stafettin, sum verður leygardagin 26. august. Hetta er ein virkiskapping og um tú ert gongufólk, ella vilt renna, antin til stuttleika ella fyri at kappast, ja so er bara at melda til. Vit kunnu lova tykkum, at hetta verður ein sera stuttligur seinnapartur niðri á kajøkinum. Leinki er her:
http://app.lap.io/event/2017-faroe-express-stafettin