Seinni dagur í Hvidovre:
Aftur ein sera góður dagur hjá føroyskum frælsum ítrótti, og teimum trimum 15 ára gomlu íðkarunum úr Bragdinum, sum í vikuskiftinum hava luttikið í donsku meistaraskapinum í frælsum ítrótti fyri ung (DMU) á Hvidovre Atletik Stadion.
Arina Ludvig ognaði sær bronsu við einum trístøkkslopi á 9,93 m (w: -0,6). Løtu seinni sprintaði Arina 200 m uppá 29,15 sek (w: -0,7 m/s). Bæði úrslitini eru persónlig met….. so tað syngur eftir í.
Eiri Jógvansson Glerfoss vann enn eitt silvurmerki, og hesuferð á 200 m sprintteininum við 23,92 sek (w: -1,1 m/s), og er tað júst sama tíð, ið hann áður hevur runnið teinin.
Og ein danskan meistara fingu vit sanniliga eisini, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen endaði DMU-ballið við gulli á 800 m við sera góðum persónligum meti á 2.02.38 min!
Hesi ungu, saman við øllum hinum í Bragdinum, eru sanniliga ikki komin sovandi til góðu úrslitini. Venjing og aftur venjing! Hugagóð og í øllum veðrið, saman við teirra venjarum eru tey at síggja á Tórsbreyt. Og vit í felagnum eru sera errin av tykkum.
Hjartaliga til lukku tit og góða ferð heimaftur 🙂




0:02 / 0:04

0:00 / 0:34
+3
66Tú, Beinta Hoydal Joensen, Ann-Mari Av Skarði og 63 onnur
12 viðmerkingar
3 deilingar
Dáma
Viðmerk
Deil