Góðu limir í Bragdinum
Bragdið hevur aðalfund mánakvøldið 15.februar kl. 19.00. Fundurin verður í ÍSF húsinum.
Hesa ferð standa tveir limir fyri vali. Ann tekur eitt tørn afturat, meðan Herluf hevur valt ikki at stilla upp aftur.
Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:
Val av fundarstjóra
Formaður sigur frá farna ári.
Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan. til aðalfundin.
Innkomin mál
Val av nevnd v.m.
Ymiskt
Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 14 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd.
Mál, ið koma formanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um stjórnin heldur hetta verða neyðugt.
Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða Bragdinum í hendi í seinasta lagi 4 vikur – frammanundan aðalfundinum.
Fyri at kunna atkvøða, skulu limirnir verða eldri enn 15 ár og ikki standa í eftirstøðu.
Vinarliga
Nevndin