Aðalfundurin í Bragdinum var 1.mars. Fundurin var, sum vanligt, í ÍSF húsinum og uppmøtingin var góð.
Forkvinnan bjóðaði vælkomin og skeyt upp, at Hilmar Høgenni var fundarstjóri og tað var samtykt. Gott er at hava ein skilamann at leiða fundin.
Skráin var eftir viðtøku felagsins við formansfrágreiðing frá farna árið og roknskapurin var gjøgnumgingin. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, Sunneva, Niels og Rúni og tey stillaðu øll uppaftur. Tiltakslimur skal veljast fyri eitt ár og hesa ferð var Duruta R. á Lofti vald, uttan stórvegis hóvasták.
Áðrenn “ymiskt” kom ov gott í gongd, bjóðaðu vit ein drekkamunn við siðbundnu lagkøkuni afturvið og onkrum sunnum afturat.
Nógv gott kom upp at venda og kjakið var siðiligt og gott. Nógv spennandi er á skránni í 2017, m.a. er hetta Oyggjaleikaár og felagið fyllir 70.
Fundarstjórin endaði fundin beint aftaná kl. 21.00 og forkvinnan takkaði fyri góðan fund.