Aðalfundur felagsins verður mikukvøldið 13.mars kl. 19.00
Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:
Val av fundarstjóra.
Formaðurin sigur frá farna ári.
Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfundin.
Val formanni og einum nevndarlimi
Innkomin mál.
Framløga av fíggjarætlan og ætlanir fyri komandi ár.
Ymiskt.
Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd. Mál, ið koma fomanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um nevndin heldur hetta verða neyðugt. Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan at tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan aðalfundinum.
Vit vóna at nógvir limir møta og sum vanligt, bjóða vit ein góðan drekkamunn.
Fundurin verður í felagshúsinum.
Vit síggjast.