Leygardagin 12.juli byrja oyggjaleikirnir 2025, sum hesa ferð ganga fyri seg á Orknoyggjunum.
Í hópinum eru 16 íðkarar og 4 leiðarar, har av eiga vit helvtina av íðkararnum.
Næstan øll hava luttikið á oyggjaleikum fyrr, tó eru tveir nýggir við hesa ferð, langteinarennararnir Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð.
Vit fara at fylgja við og leggja tíðindi og myndir út á heimasíðuna og á okkara Facebooksíðu, meðan leikirnir eru.
Allar bestu eydnu ynskja vit tykkum hiðani 🙂





