Bragdið á jólum

Jólini eru aftur her og eisini tá eru rennibeinini í gongd. Sum siður er, renna vit felagsrenningar, bæði jólaaftansmorgun og 2.jólamorgun. Hvirlan skipar fyri kirkjurenningini jólaaftansmorgun kl. 9.00. Møtt verður á Tórsbreyt og runnið verður til kirkjurnar í Havn, Argjum og Hoyvík. Tó ger man sjálvur av, um runnið, ella gingið, verður til allar kirkjurnar.…