Rógvi Kárason vann nýggjárshálvmarathon, so syngjandi
Leygarmorgunin 7.januar var árliga nýggjárshálvmarathon, sum Roysni skipar fyri. Ein kapping, sum hevur fleiri ár á baki. Starturin hevur altíð verið í Funningsfirði, og síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur málið verið í Runavík. Í ár var rutan broytt, so starturin var á Skála og málið var á Toftum, sum tað var áðrenn tunnilin kom. 38…