Hóskvøldið 10.mars var aðalfundur felagsins og hesa ferð var fundurin í felagshúsinum.

Tað møttu fitt av fólki til fundin. Hilmar Høgenni var valdur til fundarstjóri, sum hann hevur verið undanfarin ár og tað kláraði hann til fulnar. Fyrst var formansfrágreiðing á skránni og aftaná var roknskapurin gjøgnumgingin. Fyri vali stóðu Ann-Mari og Eyðun. Ann-Mari tók við afturvali, men tað gjørdi Eyðun ikki. Fyri Eyðun kom Eyð í nevndina og vit ynskja henni vælkomnari.

Gott kjak var, og prátað var um mangt og hvat. Og so var eisini tann siðbundni drekkamuðurin við lagkøku at fáa.

Gott tveir tímar seinni var biðið góða nátt og nýggja nevndin fer nú til verka. Í nevndini eru: Ann Thomsen, Rógvi Johansen, Ann-Mari av Skarði, Katrin Thorsvig Hansen og Eyð Gudmundsen. Eyðun Jacobsen verður tiltakslimur.