Leygarmorgunin í Havn, kendist várligur, tá vit í Bragdinum møttust kl. 8.30 at renna okkara felagstúr, sum vit plaga. Samstundis í Danmark, var Hallur Holm farin undir kappingina “The Great Dane Backyard Ultra”. Fyri at vit øll skulu skilja, hvussu hørð hendan kappingin er og hvussu stórt hetta avrikið er, hava vit spurt betru helvt hjá Halli, Elisabeth, og hon greiðir soleiðis frá:

Backyard ultra renning er ein kapping, sum kemur úr USA og er uppfunnin av Lazarus Lake, maðurin handan Barkley Marathon. Tað hevur verið til í nógv ár, men serliga hesi seinastu árini er tað blivið meira populert. Nú eru heili 6 slíkar renningar í Danmark og Ísland er eisini komið við fyri nøkrum árum síðani. Renningin er øgiliga simpul. Man rennur 6,7 km hvønn tíma til bara ein luttakari er eftir. Hann vinnur og øll hini eru DNF (did not finish). Menn og kvinnur kappast á jøvnum føti. Teinurin 6,7 km er roknaður út frá, at 12 umfør eru 50 miles (80 km) og eitt samdøgur er 100 miles (160 km). Kravið er, at tú skalt vera í mál áðrenn tímin er farin og at tú skalt standa á startinum aftur, tá næsti tími byrjar. Ofta eru hetta bert fáir minuttir. Tá man byrjar, veit man sjálvandi ongantíð, hvussu leingi man fer at renna. Um man ætlar sær at vinna, kann vera 17 tímar ella eisini kann tað potentilt vera í fleiri dagar. Verðinsrekordin er 85 umfør, sum amerikanarin Harvey Lewis tók í 2021. So leingi tað eru minst tveir luttakarar á startlinjuni hvønn tíma, verður hildið áfram. Um tveir luttakarar eru eftir og annar ikki kemur mál, so vinnur tann, sum kom á mál. Um tveir rennarar fara út á eina rundu og báðir koma á mál, áðrenn tímin er farin, men annar velur ikki at stilla upp aftur til start, so skal hin renna seinastu runduna einsamallur og koma á mál. Annas er eingin vinnari. Um báðir velja ikki at stilla upp til start, so er heldur eingin vinnari. Vinnarin skal hava runnið eina fulla rundu longur enn tann næsti.

Allar Backyard renningar um allan heim, sum eru góðkendar, fylgja púrasta somu reglum. Kappingin, sum Hallur luttekur í, the Great Dane Backyard Ultra, er tann størsta í Dk og eisini tann elsta kappingin av sínum slagi í Danmark. Av tí at hendan renningin er blivin so populer um alla verðina, serliga seinastu 5 árini, so er konceptið broytt nakað. Nú er tað so, at vinnarin av hesari kappingin fær eitt startnummar til Team Eventið komandi oktober. Tað er ein liðkapping fyri lond, har øll lond, sum hava Backyard renning luttaka, við 15 rennaranum á hvørjum liði. Í Danmark eru teir seks vinnararnir av Backyardrenningunum garanteraðir hvør sítt pláss, og tey resterandi níggju eru so tey, sum hava runnið longst í Backyard seinastu tvey árini. Hetta Team-eventið er annaðhvørt ár. Og kappingin fyrigongur uppá sama máta, bara við færri luttakarum. Og øll lond renna sama dag og samstundis. Tann, sum so vinnur Team-eventið, fer til Tennessee árið eftir, har verðinsmeistaraskapið verður hildið annaðhvørt ár.

Hetta er ikki bara nakað, sum Hallur knappiliga hevur funnið upp á at luttaka í. Hann hevur fyrireikað seg væl, tí sjálvt um renningin er simpul og kann virka stutt, 6,7 km um tíman, so kann má hann taka hædd fyri at hann onkuntíð skal á wc, kanska fær eina bløðru, sum skal ornast, hann skal eta og drekka, strekkja, hann kann fáa magakrampar og ja, alt møguligt kann henda. Hallur hevur runnið og vant í nakrar mánaðar. T.d. rann hann nógv í desember og so hevur hann runnið fleiri túrar dagliga.

Vit her heima hava fylgt við á sosialu miðlunum. Elisabeth hevur kunnað okkum heimanfrá, har hon hevur havt beinleiðis samband svigarinnuna, tí systir Hall, Borgarhjørt og maðurin, Carsten, hava stuðlað á staðnum og Peter Jensen, úr Bragdinum, hevur eisini verið og heppað. Merkið var hongt upp, so hann sá tað hvørja rundu. Tað hevur verið gott hjá Halli.

Hallur gavst, tá hann hevði runnið 32 umfør, sum eru 214 km. Hann hevði tað gott og var væl nøgdur. Hinir báðir vóru ómóðir, segði hann, og fóru nokk at halda á leingi aftrat. Teir báðir vóru 21 og 23 ár yngri og eru royndir “backyard” rennarir. Hjá Halli var hetta fyrsta royndin og tí er tað eitt enn størri bragd enn vit hava gjørt okkum far um! Í okkara oyrum ljóðar tað ómenniskjaligt 😉

Hjarta- hjartaliga til lukku við hesum stóra bragdinum, Hallur 🙂 Tú ert ein stór hetja og vit gleðast við tær. Nú er at njóta løtuna aftaná og kenna vit teg rætt, ert tú skjótt at síggja í Havnar gøtum, rennandi við tínum løttu sporum.

https://www.facebook.com/thegreatdanebackyardultra/posts/1432600617185725