Góðu limir

Bragdið hevur aðalfund hóskvøldið 10.mars kl. 20.00. Fundurin verður í Bragdarhúsinum. Fyri vali standa tveir nevndarlimir, Ann-Mari og Eyðun. Ann-Mari tekur við afturvali, meðan Eyðun hevur valt ikki at stilla uppaftur.

Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:

Val av fundarstjóra.

Formaðurin sigur frá farna ári.

Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfundin.

Val av nevndarlimum og tiltakslimi.

Innkomin mál.

Framløga av fíggjarætlan og ætlanir fyri komandi ár.

Ymiskt.

Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd. Mál, ið koma fomanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um nevndin heldur hetta verða neyðugt. Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan at tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan aðalfundinum.

Vit vóna at nógvir limir møta og sum vanligt, bjóða vit ein góðan drekkamunn