Hetta vikuskiftið hava ung úr frælsa ítróttinum í Føroyum luttikið í DMU. Bragdið hevði 12 íðkarar við hesa ferð.

Hetta er vikuskifti í Hvidovre, har tey kunnu kappast móti øðrum ungdómi, tey ikki vanliga kappast við her heima, og har nógv verður gjørt burturúr. Fleiri góð úrslit, persónlig met, bólkamet, onkur kláraði OYL krav og so vóru eisini tvey føroysk met sett. Annað var í 4×100 m stafett, har Sveinur, Jónas, Andreas og Leon í Bragdinum runnu á mál við tíðini 45.03 og tað gav teimum annað plássi og silvur. Skaði darvaði hjá onkrum og tað er altíð keðiligt.

Nú er hvíld á skránni, men ikki leingi, tí áðrenn vit vita av, eru hesi ungu og røsku aftur at síggja á Tórsbreyt, saman við ótroyttiligu venjararnum.

Hjartaliga til lukku tit øll 🙂

Vit loyva okkum at leggja leinki frá úrslitunum, frá renn.fo, hjá okkara íðkarum her:

https://imars.dk/Liveboard/Teams?meetId=c9ab058e-f53b-40da-a8fe-97a63dcdcdb4&teamId=27a1d595-4937-4ebf-ae50-cbff88935858&dayNo=1&sortBy=0

Sunnudagur:

https://imars.dk/Liveboard/Teams?meetId=c9ab058e-f53b-40da-a8fe-97a63dcdcdb4&teamId=27a1d595-4937-4ebf-ae50-cbff88935858&dayNo=2&sortBy=0

Inni á renn.fo er eisini grein, sum Gunnvá hevur skrivað frá vikuskiftinum.