Hetta vikuskiftið hava børn og ung kappast á Tórsbreyt, tí skipað var fyri FM í frælsum ítrótti. Byrjað var fríggjakvøldið, og hildið var fram leygardagin og sunnudagin. Nógvar kappingar, nógv børn og ung, fleiri áskoðarar og fínasta veður tveir teir fyrru dagarnar.

Vit loyva okkum at leggja fínu greinina út her, sum Gunnvá hevur skrivað inni á renn.fo. Hon var allar tímarnar á Tórsbreyt og fekk nógv við 🙂 Har er eisini leinki til úrslitini og myndir.

http://fif.fo/uncategorized/fmu-2021-urslit-seinasta-kapping-a-breyt-i-ar/

Næsta vikuskiftið er DMU á skránni hjá nøkrum av íðkararnum og tað hoyra vit meira um seinni.

Annars er stuttur steðgur í venjingunum, aftaná at hava vant út í eitt alt summarið. Byrjað verður aftur seinast í september.