Kemur tú við til Faroe Express Stafettina, saman við starvsfeløgum tínum? Tað átti tú at gjørt, tí tit fáa heilt víst eina góða og ikki minst, stuttliga uppliving. Tit gera eitt rennilið ella gongulið við trimum starvsfeløgum og teinurin tit skulu renna ella ganga er 3 km. Tað við siga, at manna tit eitt gongulið, ganga tit 3 km saman, og rennir liðið, rennir hvør luttakari 3 km.

Renningin, sum er Føroya stuttligast stafettrenning verður leygardagin 28.august kl. 14.00. Upphiting áðrenn, undirhald og okkurt gott til góman aftaná. Ein dagur, har tit eru saman við tykkara starvsfeløgum undir øðrum umstøðum, enn tit vanliga eru, og har tit røra tykkum saman.

Ungdómsdeildin hjá Bragdinum og Faroe Express eru saman um renningina, og peningurin fer til ungdómsarbeiðið.

Kom við – tilmeldingin er langt síðani latin upp og tað ger tað nógv lættari at skipa fyri, um tit melda til í góðari tíð.

Tilmeldingarleinki er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1213868/order/info

Vit gleða okkum at síggja tykkum niðri á kajuni tann 28.august 🙂