Ólavsøkurenningin 2021 – ársins kulasta rennikapping!


Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár.

Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til Ólavsøkuna. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.


Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.


Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og vónandi kann kappingin haldast, sum vanligt. 


Vit lata tilmeldingina upp nú og vóna, at tit sum fegin vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Lættari er tá hjá okkum at skipa fyri.

https://www.atgongumerki.fo/fif/

Leggi til merkis at EINGIN TILMELDING ER Á STAÐNUM og tí er umráðandi at melda til, áðrenn latið verður aftur. Tilmeldingin stongir 26.juli kl. 22.00


Meira verður at frætta um heintan av start nummarinum og hvussu kappingin fer at ganga fyri seg.


Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2021