Tað sá einki serligt út til Top Run. Fyri tað fyrsta var tað ringt at fáa fólk at melda til og tá so dagurin upprann, var tað so greytasvart, at tað sást næstan ikki fram um nøsina. Men, sum so ofta, so legðist aftrat við luttakarum og tá talt var niður, stóðu 18 á málstrikuni. Og øll komu vegin fram, sjálvt um sýnið var vánaligt.

Top Run er ein avbjóðing. Starturin er uttan fyri Effostøðina, og málið er á Sornfelli 9,8 km í brekku.

Vinnari í dag var Peter Jensen úr Bragdinum. Hjá kvinnunum vann Sarah Valin, eisini úr Bragdinum. Hetta var fyrstu ferð tey runnu hesa kappingina.

Kappingin er í tveimum bólkum. Upp til 39 ár og frá 40 ár og eldri og úrslitini eru niðanfyri:

FornavnEftirnavnBólkur FelagStartnrTíð
PeterJensenMenn 14-39 ár  46:49:00
SarahValinKvinnur 14-39 árBragdið 53:10:00
JoanMouritsenKvinnur 14-39 árBragdið 01:08:36
Ragnaí GeilKvinnur 14-39 árBragdið 01:13:12
Ann-Mariav SkarðiKvinnur 40+Bragdið 01:05:08
JoanHentzeKvinnur 40+Bragdið 01:08:31
ElisabethLarsenKvinnur 40+Bragdið 01:14:01
Johanna VangKvinnur 40+Bragdið 01:16:36
Jónleyg HansenKvinnur 40+Bragdið 01:36:14
      
HallurHolmMenn 40+Bragdið 51:06:00
Sam VangMenn 40+Bragdið 53:54:00
HallurOnghamarMenn 40+Bragdið 54:53:00
ÁmundurNolsøMenn 40+Bragdið 56:30:00
Jónálvur JohannesenMenn 40+ 56:38:00
Gunnar ØregaarsdMenn 40+ 58:05:00
FlóvinEidesgaardMenn 40+Bragdið 01:00:53
PállJohannesenMenn 40+Onki felag 01:07:27
JohnHøjstedMenn 40+Onki felag 01:07:58

Vit í Bragdinum takka fyri hjálpina og fyri at tit møttu upp, soleiðis at Bragdið Top Run kundi haldast. Vit herja á aftur í næsta ár 🙂